Koppseta ókeypis fyri beinkrím

Koppseta ókeypis fyri beinkrím
Pensjónistar kunnu venda sær til kommunulækna og avtala koppsetingina
 
17.10.2013 - 10:33

Heilsutrygd boðar frá, at fólk, sum eru 67 ár og eldri, ókeypis kunnu lata seg koppseta fyri vetrarkrím (influensu).

Koppsetingin verjir tey flestu, men ikki øll. Tað ber til at fáa beinkrím, hóast tú ert koppsettur, men sjúkugongdin verður oftast mildari. Heilsutrygd vísir á, at beinkrím smittar gjøgnum smáar dropar, tá tú hostar og nýsir. Ráðini eru at vaska sær um hendurnar og vera við hús eitt samdøgur eftir, at fepurin er burtur.

Tað ber til at seta seg í samband við kommunulæknan og avtala tíð at verða koppsettur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392