Starvsmannafelagið mótmælir uppsagnum

Starvsmannafelagið mótmælir uppsagnum
Búnaðarstovan eigur at bíða við at siga trý fólk úr starvi, til støða er tikin til, hvussu virksemið skal røkjast í framtíðini
 
23.10.2013 - 08:15

Starvsmannafelagið mótmælir nú ætlanini hjá Búnaðarstovuni, at siga trimum starvsfólkum úr starvi og niðurleggja nakrar tænastur, uttan greitt at vísa á hvussu uppgávurnar skulu loysast í framtíðini.

Búnaðarstovan hevur boðað frá, at trý fólk verða søgd úr starvi frá 1. november.

Orsøkin er, at Búnaðarstovan hevur fingið boð um at spara eina góða millión krónur, nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fyri tingið.

Ætlanin fyrikemur óumhugsað, og er merkt av so stórari óvissu, at tað er óðamannaverk at fremja uppsøgnirnar á verandi grundarlagi, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum í viðmerking.

Bæði ísáðarin og ein eftirlitsmaður, ið nú ætlandi skulu sigast úr starvi, eru limir í Starvsmannafelagnum.

Selma Ellingsgaard sigur, at uppsagnirnar eru merktar av panikki, og Starvsmannafelagið átalar, at uppsagnirnar av hesum kjarnufunktiónum verða framdar áðrenn løgtingið yvirhøvur hevur tikið støðu til fíggjarlógina fyri 2014.

Starvsmannafelagið heitir tí á Búnaðarstovuna um í minsta lagi at útseta uppsagnartilgongdina til greiða er fingin á hvussu tænasturnar skulu skipast í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203727