Eysturskúlin er ársins roykfríi skúli

Eysturskúlin er ársins roykfríi skúli
55 skúlaflokkar kring landið vóru við í átakinum sum Fólkaheilsuráðið skipaði fyri
 
29.10.2013 - 11:54

8. a  á Eysturskúlanum vann kappingina um at vera Ársins roykfríi skúli 2013.

Afturfyri vunnu tey eitt leygarkvøld við bæði mati, bowling, tónleiki og vatnbóltum.

Næmingarnir í 8. A vóru væl nøgdir við kvøldið í høllini á Hálsi seinasta leygarkvøld.

Á skúlanum kemur at hanga ein heiðurspláta við heitinum: “Ársins roykfríi skúli 2013".

Talið av luttakandi flokkum var tvífalt so stórt sum í fjør, við 55 skúlaflokkum kring alt landið, sum vóru við í kappingini.

Flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 10. september til 10. Oktober.

Tað megnaðu 49 flokkar, og í lutakasti, sum Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum skipaði fyri, gjørdist 8. a úr Eysturskúlanum hepni vinnarin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450