Semingsstovnurin ótolnast

Semingsstovnurin ótolnast
Vil hava Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið at flyta seg í samráðingunum um nýggjan sáttmála
 
29.10.2013 - 14:11

Semingsstovnurin er farin at ótolnast eftir, at Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið skulu flyta seg í samráðingunum um ein nýggjan sáttmála.

Tað stendur í botni í samráðingunum, og semingsmenninir hava biðið um ein steðg.

Teir vilja hava eitt útspæl frá pørtunum, sum kann verða grundarlag undir taka samráðingarnar uppaftur.

Men enn er einki svar komið, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.

Terji Sigurðsson sigur, at hóast steðgur er í samráðingunum, hevur hann havt samband við partarnar.

Og teir hava fingið at vita, at semingsstovnurin ótolnast eftir, at teir skulu flyta seg.

Terji Sigurðsson væntar at fáa svar í dag ella í morgin.

Men líkt er ikki til, at allir partar eru sinnaðir at flyta seg.

Skipara- og Navigatørfelagið sigur á heimasíðu síni í dag, at í løtuni er eingin orsøk til at slaka í krøvunum.

- Vit kunnu ikki gera ein sáttmála, sum stríðir í móti lógini, ið skal verja sjómannin, sigur felagið.

Skipara- og Navigatørfelagið vísir á, at á fíggjarlógini í ár hevur Strandferðslan fingið 2,9 milliónr kr. afturat, til útreiðslurnar, sum standast av nýggju hvíldarreglunum.

- Løgtingið hevur játtað pening til okkara krøv, so hetta má skiljast sum tann politiski viljin, sigur felagið á heimasíðuni.

Semingsstovnurin hevur møguleika at útseta arbeiðssteðg í eina viku, men tað er ikki vist, at hesin møguleiki verður nýttur í hesum føri, tí so langt er millum partarnar.

Og endar tað við, at semingsmenninir kasta frá sær, stendur tað til partarnar sjálvar at gera av, hvussu leikur fer.

Skipara- og Navigatørfelagið boðsendi fyrst semingsstovninum, og nakrar dagar seinni avgjørdi Maskinmeistarafelagið eisini at boðsenda semingsstovninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854