Strandfaraskipini løgd leygardagin

Strandfaraskipini løgd leygardagin
Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið fara í verkfall. Skipini hjá Strandferðsluni verða løgd leygardagin klokkan 17
Smyril og øll hini skipini hjá Strandferðsluni verða løgd leygardagin klokkan 17, nú Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið boða frá verkfalli
 
31.10.2013 - 16:41

Strandfaraskipini verða løgd um 48 tímar. Hetta hendir tí at Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið fara í verkfall.

Semingsstovnurin hevur boðað frá, at hann gevst við royndunum at fáa semju í lag millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og navigatørfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin.

Samráðingarnar eru sostatt slitnaðar, og feløgini hava boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at farið verður í verkfall. Verkfallið byrjar leygardagin 2. november 2013 klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486