- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sinnaður at forða fyri kappbjóðing um hús

Tað ber sannlíkt til at sleppa undan kappbjóðing um hús uttan lógarbroyting.
Landsstýrisfólkið kann gera reglur, sum forða fyri slíkari kappbjóðing.
Men hendan heimild í lógini er ongantíð brúkt.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Hann hevur svarað Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um kappbjóðing upp á hús.
Hendan kappbjóðing er avbjóðandi hjá teimum, sum skulu keypa sær bústað, serliga hjá teimum, sum skulu keypa sítt fyrsta heim, sigur løgtingskvinnan.
Lógin um at keypa og selja fastogn er frá 2011.
Hon er ikki heilt greið um mannagongdir um boðgeving og keyp.
Jacob Vestergaard sigur seg vera sinnaðan at kanna, um til ber at gera reglur, sum gera tað lættari hjá teimum, sum keypa bústað fyrstu ferð at koma á bústaðarmarknaðin.
Tað kundi eitt nú verið við íblástri úr donsku skipanini.
Í Danmark eru reglur, sum avmarka uppboðslíknandi kappbjóðing.






















