Taka samráðingarnar uppaftur mikudagin

Taka samráðingarnar uppaftur mikudagin
Yvirmannafeløgini viðgera nú útspælið frá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum
Eyðstein Djurhuus, form. í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum
 
04.11.2013 - 13:49

Manningarfeløgini og lønardeildini sessast væntandi aftur við samráðingarborðið aftur mikudagin.

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum kom fríggjakvøldið við einum nýggjum útspæli til samráðingarnar, og tað er hetta útspælið, Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið í løtuni sita og meta um.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpið í dag, at semingsmenninir fara væntandi at kalla partarnar saman mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310