Wilhelm Petersen stjóri á Vinnuháskúlanum

Wilhelm Petersen stjóri á Vinnuháskúlanum
Nýggi stjórin tekur við starvinum 1. desember
 
06.11.2013 - 11:23

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Wilhelm Eyðinsson Petersen í starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum.

Wilhelm Petersen er 51 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur frá DTU. Hann hevur tikið Ph.D á sama universiteti, og hevur harumframt lisið búskap á CBS. Wilhelm Petersen hevur drúgvar leiðsluroyndir frá fíggjarstovnum og innan oljuvirksemi.

Fleiri nevndarsessir

Eisini hevur hann mannað nevndarsessir í fleiri størri vinnufyritøkum. Seinasta hálva annað árið hevur Wilhelm Petersen verið lærari á Vinnuháskúlanum. Hann hevur eisini undirvísingaroyndir frá DTU og Fróðskaparsetrinum.

Wilhelm Petersen byrjar í stjórastarvinum tann 1. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132