- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimið við Vágna kostar 56 mió. kr.
Heimið við Vágna kostar 56 mió. kr.
Fyrstu fólkini flyta í nýggja røktarheimið í Klaksvík í aðru viku

Mynd: Norðlýsið
07.11.2013 - 10:50
Leygardagin fær Almannaverkið Heimið við Vágna í Klaksvík at reka. Røktarheimið er nú liðugt, og seinnapartin leygardagin verður móttøka í heiminum, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at lata Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, Heimið við Vágna.
55,7 mill. kr.
Røktarheimið kostaði 55,7 milliónir krónur at byggja. Klaksvíkar kommuna rindar 40 milliónir, og hitt er stuðul frá landinum. 24 búrúm eru í Heiminum við Vágna.
Í næstu viku fara starvsfólkini at rigga til, og væntandi kunnu fyrstu fólkini flyta inn í aðru viku. Merry Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur í Klaksvík, er leiðari á Heiminum við Vágna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























