Lønargjaldingarnar vaksnar í heyst

Lønargjaldingarnar vaksnar í heyst
September og oktober hava verið bestu mánaðirnir ár. Flestu lønargjaldingarnar eru innan almennar tænastur
 
07.11.2013 - 14:30

Lønargjaldingarnar í september og oktober vóru tær hægstu higartil í ár. Tað upplýsir Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp.

Bæði í september og oktober vóru árstíðarjavnaðu lønirnar áleið 618 mió. kr. hvønn mánað. Í vár vóru lønirnar um 590 mió. kr. um mánaðin, men gongdin vísir, at vøkstur hevur verið í lønargjaldingunum síðani apríl, sigur Hagstovan.

Fleiri lønir í fiskivinnuni

Síðstu tveir mánaðirnar eru fleiri lønir goldnar í fiskivinnuni. Tí er afturgongdin, sum var fyrrapartin av árinum, vend til framgongd upp á 1,2%. Í byggivinnuni er gongdin tann sama, men enn er øll afturgongdin í vinnuni ikki vunnin innaftur.

Størsta framgongdin er innan almennar tænastur, og sjálvt um lagt verður upp fyri verkfallinum í fjør, er tað framvegis innan almennar tænastur, at størsta framgongdin í lønargjaldingunum er, sigur Hagstovan.  Vøksturin í lønargjaldingum innan innan tað almenna er trý prosent, ella 99 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162