Norðfra steðgað lutakastkapping

Norðfra steðgað lutakastkapping
Átakið var í stríð við marknaðarføringarlógina, sigur Brúkaraumboðið
 
07.11.2013 - 09:43

Felagið Norðfra, sum selur fisk, hevur steðgað einari lutakastkapping á síni heimasíðu, eftir at Brúkaraumboðið hevur víst á, at átakið var í stríð við marknaðarføringarlógina.

Brúkaraumboðið fekk fráboðan um, at Norðfra á heimasíðu síni lýsti við lutakastkapping, har møguleiki var at vinna eitt gávukort. Treytin fyri vera við í kappingini var, at keypt varð fyri eina ávísa upphædd.

Søla má ikki stimbrast

Men í stykki 11 í lóg um marknaðarføring stendur, at søla av vørum ella tænastum til brúkarar má ikki stimbrast við møguleika fyri vinningi frá luttøku í lutakasti, virðislønarkappingum ella øðrum tiltaki, hvørs úrslit byggir á tilvildina, um luttøkan er treytað av, at luttakararnir keypa vøru ella tænastu.

Tá Brúkaraumboðið vendi sær til Norðfra um marknaðarføringina, boðaði Norðfra frá, at Norðfra ikki visti um, at lutakastkapping var brot á marknaðarføringarlógina.

Norðfra steðgaði marknaðarføringini beinanvegin, og tí ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375