Privatir grannskoðarar eftirlit við roknskapum

Privatir grannskoðarar eftirlit við roknskapum
Henda uppgávan egnar seg væl at útveita, tí grannskoðarar gera nógv av slíkum arbeiði frammanundan, sigur stjórin á Skrásetingini
 
07.11.2013 - 14:07

Skráseting Føroya útveitir nú eftirlitið við ársfrásagnum hjá feløgum og grunnum. Sambært Jógvani Thomsen, stjóra, hóskar henda uppgávan seg væl at útveita.

Skráseting Føroya fær árliga ársfrásagnir - roknskapir - frá útvið 3.000 feløgum og grunnum. Skráseting Føroya hevur skyldu til at hava eftirlit við, um frásagnirnar eru rættar og lúka krøvini í roknskaparlógini. Skrásetingin kannar ikki allar roknskapirnar, men álagt er teimum at taka stakroyndir, sum svara til tvey prosent av øllum ársfrásagnum um árið.

Átta grunnar og 2722 feløg

Tað er hesa uppgávu, skrásetingin nú hevur boðið út á nýggja keypsportalinum hjá tí almenna, sum Gjaldstovan umsitur. Átta grunnar og 2722 feløg eru í løtuni skrásett hjá Skrásetingini. 656 av teimum hava ikki grannskoðaðan roknskap.

Skrásetingin hevur sett sum treyt, at tann, sum bjóðar seg fram, er grannskoðari. Og neyðugt verður við fleiri grannskoðarum, tí ein grannskoðari kann ikki hava eftirlit við ársfrásagnum, sum grannskoðarin sjálvur hevur grannskoðað.

Ikki neyðugt at undangóðkenna

- Eftirlitið hóskar seg væl til at veita út. Grannskoðarar hava gjørt tað frammanundan, og neyðugt er ikki at undangóðkenna tey, sum bjóða seg fram, tí kravt verður, at viðkomandi er góðkendur grannskoðari, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Skrásetingini.

Eftirlitið er rættiliga tíðarkrevjandi rutinuarbeiði, sum líkist arbeiðnum, sum grannskoðarar gera frammanundan, og vit eru í stóran mun bundin av øðrum uppgávum á Skrásetingini, sigur Jógvan Thomsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858