Varðhaldið og Kriminalforsorgin løgd saman

Varðhaldið og Kriminalforsorgin løgd saman
Elkin Klettheyggj, sum higartil hevur verið leiðari á Kriminalforsorgardeildini, er sett sum fyribils stjóri fyri báðar stovnarnar
 
07.11.2013 - 09:30

Varðhaldið í Mjørkadali og Kriminalforsorgin í Havn eru løgd saman, og hava nú felags leiðslu. Samanleggingin er eitt úrslit av, at Kriminalforsorgin her - eins og í Danmark - verður skipað av nýggjum.

- Endamálið er at skapa betri samstarv um felags viðskiftafólk, sum annaðhvørt sita í Varðhaldinum ella Kriminalforsorgin hevur undir eftirliti, og at samansjóða fakligu førleikarnar hjá starvsfólkunum á báðum stovnum.

- Tað verður gjørt, soleiðis at viðskiftafólkini hjá Kriminalforsorgini fáa eina samanhangandi tænastu, sigur Kriminalforsorgin.

Stjóri fyri báðar stovnarnar

Elkin Klettheyggj, sum higartil hevur verið leiðari á Kriminalforsorgardeildini, er sett sum fyribils stjóri fyri báðar stovnarnar. Hennara uppgáva verður at standa fyri nýskipanararbeiðinum.

Dagligu leiðsluna fyri Varðhaldinum í Mjørkadali og Kriminalforsorgardeildini í Havn fara Anna D. Háberg, yvirvaktmeistari, og Eliesar E. Jacobsen, forsorgarfulltrúi, at hava.

Arbeiðið við nýskipanini byrjaði 1. november, og skal eftir ætlan verða liðugt 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807