Barnaútvarpið fingið SSP-viðurkenning

Barnaútvarpið fingið SSP-viðurkenning
Barnaútvarpið fær landið at fungera, verður m.a. sagt í grundgevingini fyri viðurkenningina.
Jonna Fritsdóttir Mortensen, samskipari av Barnaøkinum í KvF, við blómutyssi og grundgevingunum fyri at fáa SSP-viðurkenningina í ár
 
08.11.2013 - 13:19

Barnaútvarpið hevur fingið SSP viðurkenningina 2013. Á Kveikjaradegnum, sum í dag er í Norðurlandahúsinum, vóru blómur og heiðursbræv við viðurkenningini latin Jonnu Fritsdóttir Mortensen, samskipara á Barnaøkinum í Kringvarpinum.

Fjølbroyttar sendingar

Í grundgevingini verður sagt, at Barnaútvarpið fær viðurkenningina fyri sínar fjølbroyttu sendinginar, ið nema við bæði børn og vaksin. Fólkini, ið gera sendingarnar, eru forvitin, tora taka upp torskild evni um rættindi og lívskor hjá børnum, og varpa tey út á ein einfaldan hátt. Har hoyrist spæl og látur. Tit tosa við og lurta eftir børnum. Barnaútvarpið fær landið at fungera, verður sagt í grundgevingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459