Semingsuppskotið er lagt fram

Semingsuppskotið er lagt fram
Partarnir skulu svara í seinasta lagi, tá Teistin hevur lagt at á Gomlurætt á túrinum úr Skopun klokkan 16.30
Partarnir hava fingið freist at svara semingsuppskotinum, áðrenn Teistin leggur at á Gomlurætt túrin úr Skopun klokkan 16.30
 
08.11.2013 - 14:29

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur lagt semingsuppskot fyri yvirmannafeløgini og Fíggjarmálaráðið, og partarnir skulu svara seinnapartin.

Samráðingarfólkini, sum hava verið á Deplinum í Skálavík síðani mikudagin, fara úr Skopun við Teistanum klokkan 16.30. Avtalað, at teir skulu svara í seinasta lagi, áðrenn Teistin hevur lagt at á Gomlurætt umleið hálvan tíma seinni.

Spurniningurin er, hvat hendir, um semingsuppskotið verður vrakað.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann kann ikki góðtaka, at strandfaraskipini verða løgd, og tí fer hann væntandi í tingið við einum lógaruppskoti, sum forðar fyri, at skipini verða løgd.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576