CIP-tilboðið galdandi til nýggjárs

bannari
CIP-tilboðið galdandi til nýggjárs
CIP fer endaliga úr ætlanini um Eysturoyartunnilin um ársskiftið, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvsstýisflokkinum
 
11.11.2013 - 08:10

Sjálvsstýrisflokkurin hevði landsfund leygardagin, og Kári P. Højgaard, formaður og fyrrverandi landsstýrismaður við innlendismálum, nýtti høvið til at finnast hvassliga at landsstýrinum fyri handfaringini av Eysturoyartunnlinum.

- Tveir mánaðir eru gingnir, og enn er eingin loysn funnin. Samgongan stendur sum ryssa yvir deyðum fyli, segði Kári P. Højgaard millum annað.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, umsitur nú tunnilsmál, men enn er ógreitt, nær hann kemur við einum uppskoti. Frammanundan eru fleiri tunnilsuppskot í rættarnevndini, sum hevur fingið longt freistina at skriva álit til 4. februar.

Men tá hevur CIP tikið seg úr ætlanini, sambært Kára P. Højgaard. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum segði eisini, at tilboðið frá CIP um at gera Eysturoyartunnilin er galdandi til 31. desember. Tá tekur CIP seg endaliga úr verkætlanini og at byggja, eiga og reka Eysturoyartunnilin. .

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891