Ivi um heimild at avlurta

Ivi um heimild at avlurta
Stór ivamál verða reist um nýggju heimildirnar, sum løgmaður vil geva løgregluni at avlurta borgarar í Føroyum, ið eru undir illgruna fyri brotsverk
 
11.11.2013 - 13:13

Hví skal løgreglan hava víðkaðar heimildir at avlurta borgarar í Føroyum, sum eru undir illgruna um at fremja brotsverk? Og hvør skal gjalda fyri dýru útgerðina, sum telefyritøkurnar mugu keypa sær, fyri at ganga nýggju heilmildini hjá løgregluni á møti? Og hvussu er við persónliga frælsinum og rættartrygdini?

Eitt lógaruppskot hjá løgmanni um at broyta rættargangslógina, sum eisini skal leggjast fyri Fólkatingið eftir nýggjár, hevur fingið fleiri at reisa eygnabrýrnar í stúran.

Tí løgmaður legði uppskotið fram mánadagin í síðstu viku uttan hoyringarskriv. 

 

Yvirsæð seinasta framløgudag

Nú sigur Løgmansskrivstovan í brævi til tingið, at tað er danska Løgmálaráðið, sum hevur sent ríkisógartilmælið til hoyringar, og at mannagongdin ikki hevur verið at latið føroyskum myndugleikum hoyringarskrivini.

"Vanliga fáa vit ikki hesi hoyringarsvarini í sambandi við viðgerðina í løgtinginum, men vit hava biðið um at fáa tilfarið áðrenn 1. viðgerðina tann 14. november. So skjótt vit fáa nakað, skulu vit senda hetta til løgtingið", stendur í brævi frá løgmansskrivstovuni til løgtingið.

Brævið er dagfest 7. november - tríggjar dagar eftir, at løgmaður legði uppskotið fyri tingið uttan hoyringarsvar.

Um grundina til, at hesi hoyringarsvarini ikki vórðu latin tinginum, sigur løgmansskrivstovan, at tað var tí, at uppskotið fór í tingið í skundi, tí Løgmansskrivstovan hevði mistikið seg viðvíkjandi, nær seinastu framløgudagur var. Ætlaðu broytingarnar í rættargangslógini gera, at neyðugt verður at broyta fjarskiftislógina, sum skal áseta, hvønn útbúnað tað verður álagt telefyritøkunum at hava.

 

Fer at kosta milliónir

Løgmansskrivstovan skrivar eisini, at hon sjálv sendi uppskotið til hoyring hjá Vinnumálaráðnum, Fjarskiftiseftirlitinum, Dátueftirlitinum, Føroya Tele, Vodafone, Føroya Advokatfelagi og Almannamálaráðnum.

Bara tvey svar komu: eitt frá Dátueftirlitinum, sum ongar viðmerkingar hevur, og eitt frá Føroya Tele, sum er sera atfinningarsamt.

Uppskotið er, sambært Føroya Tele, sera dýrt at fremja í verki, tí talan er um at lata upp fyri bæði mongum og sera víðfevndum inntrivum í fráboðanarloyndina. Føroya Tele mælir til, at alt málið verður umhugsað av nýggjum og lagað til føroysk viðurskifti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357