Kynsmunur á læraraeftirløn

Kynsmunur á læraraeftirløn
Munur er á, hvussu nógv ein mannligur lærari og ein kvinnuligur fær í eftirløn, og tað er ikki rætt, heldur nevndarlimur í Føroya Lærarafelag
 
14.11.2013 - 09:12

Maria V. Hansen skrivar í lesararbrævi í skúlablaðnum, at ein mannligur lærari í núverandi skipan fær væl meiri útgoldið í eftirløn, altso í lívrentu, enn tann kvinnuligi, hóast talan er um somu starvstíð og sama áramál.

Hetta kemst av, at sambært hagtølunum, liva kvinnur longri enn menn, og tí skal teirra samanspardi peningur strekkja longri. Tí fær ein kvinnuligur lærari minni útgoldið um mánaðan í eftirløn enn ein mannligur lærari.

Maria V. Hansen heldur, at allir lærarar sjálvsagt eiga at fáa tað sama, og at munur ikki eigur at gerast á kynunum. Hon sigur, at Lærarafelagið fer at samráðast við eftirlønarveitaran hjá felagnum um møguliga at gera broytingar í mánaðarliga útgjaldinum til kvinnur, so bæði kynini fáa somu upphædd um mánaðan.

Maria V. Hansen setir eisini spurnartekn við, um hetta er galdandi innan onnur yrki.

Tann 31. oktober 2013 undirskrivaði Føroya Lærarafelag sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Í sáttmálanum bleiv einki gjørt við eftirlønir. Eftirlønin hjá lærarum er 17 % av lønini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334