Loynilurting fyri í løgtinginum í dag

Loynilurting fyri í løgtinginum í dag
Løgtingið fer í dag at viðgera, um løgreglan skal hava víðkaða heimild til at loynilurta fólk uttan teirra vitan
 
14.11.2013 - 09:36

Í dag fer løgtingið at viðgera spurninginum, um løgreglan skal hava víðkaða heimild til at loynilurta telefonir, fartelefonir, teldur og á annan hátt eygleiða fólk uttan teirra vitan.

Bjørn Elmquis, hægstarættarsakførari og formaður fyri Retspolitisk Forening í Danmark, ávarar staðiliga løgtingslimir at samtykkja uppskotið. Í útvarpið í gjár kallaði hann uppskotið fyri ein lið í einari óndari eftirlitisringrás. Tað er rætturin hjá føroyingum at liva eitt frælst lív uttan yvirumsjón, sum er til viðgerðar.

Tingviðgerðin byrjar klokkan 11. Fylg við viðgerðini á Tingvarpinum.

Hoyr samrøðuna við Bjørn Elmquist í útvarpstíðindunum mikukvøldið HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037