Nevningatingið heldur fram í næstu viku

Nevningatingið heldur fram í næstu viku
Tveir menn eru m.a. ákærdir fyri serliga grovan og ráan harðskap í húsum í Havn og fyri roynd at seta eld á. Báðir nokta seg sekar
Tað var í hesum sethúsunum í Havn, at ákærdu menningir framdu harðskap og royndu at seta eld á. Dómur kemur væntandi í málinum í næstu viku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.11.2026 - 08:52

Nevningatingið um tveir menn, sum eru ákærdir fyri serligan grovan og ráan harðskap, fyri at royna at seta eld á og fyri hóttan og rán, heldur fram í Føroya rætti í næstu viku.

Alt hetta skal vera hent í einum sethúsum í Havn tíðliga um kvøldið 18. februar.

Báðir menninir nokta seg sekar.

Føroya rættur hevur sett av tveir dagar í næstu viku til nevningatingið.

 

Nevningatingið útsett

Málið er longu komið nakað áleiðis. Nevningating var síðst í september. Men tað var útsett 30. september.

Eitt vitni var burturstatt. Ákæruvaldið helt, at ikki var neyðugt at hoyra vitnið. Men annar verjin helt fast uppá, at tað vitnið skuldi avhoyrast. Og tí var málið útsett.

Nú er eftir at avhoyra tvey vitni, og so verður proseduran.

Dómurin kemur í næstu viku.

Báðir teir ákærdu hava verið í varðhaldi síðani 19. februar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592