- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldsbrunin á Skála: Eldurin er um at vera sløktur
Tað hevur verið trupult at fáa bilbugt við eldin, sum kom í eini timburhús á Skipasmiðjuni MEST á Skála.
Tað var stutt fyri klokkan hálvgum seks mikukvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um eldin.
Bæði sløkkiliðini við Skálafjørðin vórðu tilkallað og øll tilbúgving varð send á staðið.
Ein bátur, sum stóð á bedingini stóð ógvuliga nær við eldin, og arbeitt varð fyri, at hann ikki skuldi gerast ov heitur.
Klokkan tjúgu minuttir yvir nýggju mikukvøldið, boðaði løgreglan Kringvarpinum frá, at eldurin var um at vera sløktur.
- Tað logar framvegis í støðum, men tann stóri eldurin er sløktur.
Enn er ikki greitt hví eldur kom í sigur Paula Eikhólm, vakthavandi hjá Løgregluni.
Arbeiðið fyri at finna út av hví byrjar so skjótt sum gjørligt.
Helst so skjótt sum tað ber til at sleppa á staðið.
Tað eru fatstar mannagongdir fyri hvussu slíkt kanningararbeiði gongur fyri seg.



























