Nýggj kunngerð skal tryggja húsakeyp

Nýggj kunngerð skal tryggja húsakeyp
Kunngerðin kemur í mai, men hon fevnir ikki tey, sum longu hava keypt hús við breki
 
20.11.2013 - 15:51

Kunngerðin til brúkaravendarlógina, sum skal tryggja húsakeyparar og seljarar, tá fjald brek eru í húsum, verður væntandi liðug í mai næsta ár.

Brúkaraverndarlógin hevur verið í gildi í tvey ár, men hon riggar ikki til fulnar, fyrr enn kunngerðirnar eru settar í gildi, sigur Jógvan Svabo Samuelsen, fulltrúi á løgmansskrivstovuni.

Seljarin rindar

Eftir galdandi lóg noyðist seljarin at rinda rokningina, verður eitt fjalt brek staðfest - eitt vrek, sum hvørki seljari ella keypari varnaðust áðrenn, húsini vórðu seld. Kunngerðin, sum væntandi kemur í gildið í mai, fer at hava við sær, at ein bústaðarlýsing skal gerast av einum byggiserkønum, áðrenn hús verða seld.

Aftra seg

Ráðgevarafelagið hevur gjørt vart við, at byggiserkønir aftra seg við at gera bústaðarlýsingar, tí teir óttast fyri at ábyrgjast persónliga, um fjald brek vísa seg at verða í húsunum.

Men tey, sum longu hava keypt eitt hús við breki, verða ikki fevnd av nýggju kunngerðini.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809