20 fólk færri í Sandoynni

20 fólk færri í Sandoynni
Afturgongd er í øllum bygdum í sýsluni uttan á Sandi og í Skúvoy
Tvey fólk fleiri búðu á Sandoynni 31, august í ár, enn sama dag í fjør
 
26.11.2013 - 09:58

20 fólk færri búðu í Sandoynni 31. august í ár, enn sama dag í fjør. Tað skrivar Sandportalurin við tølum hjá Hagstovuni sum grundarlagi.

Allar bygdirnar í sýsluni uttan Sandur og Skúvoy hava havt afturgongd í fólkatalinum. Størstu afturgongdina hevur Skálavík við 11 fólkum. Har búgva nú 145 fólk.

Í Húsavík búðu 119 fólk í august í fjør, og nú eru tey 113, ella seks fólk færri. Í Skopun búðu 460 fólk í august í fjør, nú eru tey fimm færri, 455. Men tað gongur ikki bara aftur á hondina. Á Sandi vóru tey 522 fyri einum ári síðani, nú eru tey tvey fleiri, ella 524. Og í Skúvoy er fólkatalið óbroytt, har búgva 43 fólk, skrivar Sandportalurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809