Liljan heldur fram sum tíðindaleiðari

Liljan heldur fram sum tíðindaleiðari
Liljan Weihe, sum hevur sitið í tíðaravmarkaðum starvi á Aktuelt-deildini, er nú sett í fast starv
 
26.11.2013 - 18:55

Liljan Weihe sett í fast starv í Kringvarpi Føroya. Liljan Weihe, sum hevur røkt tíðaravmarkaða starvið á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya, er nú sett í varandi starv.

Liljan Weihe er 34 ára gomul, og hon er útbúgvin journalistur og cand.scient.soc. frá lærda háskúlanum í Roskilde, RUC.

Fimm umsóknir

Umframt starvsroyndir sum tíðindaleiðari/leiðari á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya, hevur Liljan arbeitt sum miðlafólk hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi. Hon arbeiddi eitt stutt skifti á Dimmalætting, og hon hevur eisini royndir frá almennu umsitingini í Føroyum. Fimm umsøkjarar vóru til starvið sum leiðari á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037