Havnin á Sundi kann ikki nýtast

Havnin á Sundi kann ikki nýtast
Ymsar verðurforsagnir gera, at tað er torført at gera av, hvussu farast skal fram, sigur skiparin á Smyrli
 
28.11.2013 - 15:42
Havnin á Sundi kann ikki nýtast, um Smyril ikki sleppur at bryggju Havn.
 
Smyril royndi havnina á Sundi í morgun, men molin á Sundi er alt ov stuttur til, at skipið kann liggja trygt í illveðri, sigur skiparin á Smyrli, Niels Harald Michelsen.
 
Bryggjan á Sundi er  65 metrar long, meðan Smyril er 134 metrar langur.
 
Ymsar veðurforsagnir
 
Aðrar havnir verða umrøddar, og tær eru eisini við í metingunum. Men ymsar veðurforsagnir gera, at tað er sera torført at avgera, hvussu farast skal fram, sigur skiparin á Smyrli. 
 
Niels Harald Michelsen vísir á, at av tí at veðurforsøgnin er ymisk og sera vánalig í nátt og fyrrapartin, boðaði Strandferðslan í dag frá, at fólk, sum skulu vera norðanfjørðs í morgin, áttu at fara við Smyrli seinnapartin í dag.
 
 
- Tað er vónleyst at tryggja fólki, at siglt verður, sigur Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli.
 
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
 
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751