Kári Horn gevst sum venjari

Kári Horn gevst sum venjari
Vegna sjúku má Kári Horn siga venjarastarvið frá sær
Mynd: Àlvur  
 
29.11.2013 - 18:16

Heimasíðan hvannrok.fo váttar fyri løtu síðani, at Kári Horn gevst sum venjari hjá neistanum. 
Við heimasíðuna sigur Kári at hann hevur fingið staðfest tarmsjúkuna "Colitis - ulecerosa", sum er ein kroniskur tarmbruni.


Fyri at lofta sjúkuni er týdningarmikið at hann ikki gerst strongdur. Hann er fyri stuttum byrjaður í nýggjum starvið, venjari og í januar skal hann vera pápi.
Hann hevur tískil fingið læknaboð, at ansa sær soleiðis at hann ikki verður strongdur. Tí mátti avgerðin takast um at siga venjarastarvið frá sær. 


Kári gjørdist í 2011 venjari hjá VB, sum rakk steypafinaluni, men taptu tá fyri neistanum.
Àrið eftir vóru boð send eftir honum úr neistanum, og gjørdi hann ikki mætari enn at vinna greipuna við teimum.
Hann tók síðani eitt ár aftrat, har hann skuldi prógva at dugur var í neistakvinnunum uttan stórskjúttan Barbaru Brauer.


Àrið í ár hevur verið heldur svikaligt, og nú ljóðar at týðandi verjuleikarin Marjun Damberg er úti restina av árinum vegna skaða. 
Kári trýr uppá sínar leikarar, tí mánakvøldið segði Kári í sendingini 3-2 at hann trúði uppá finaluplássini. 
So tað er við sorgblídni, at hann í gjár boðaði neistakvinnunum frá støðu síni.


Enn hevur Neistin ikki funnið avloysaran fyri Kára. 
Hann stendur fyri seinastu ferð á hesum sinni á síðulinjuni hjá neistakvinnunum sunnudagin, tá tær spæla ímóti VÌF í Vestmanna.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497