Óli og teir mundu koppað týskum risa

Óli og teir mundu koppað týskum risa
Champions League: Óli Mittún og hinir í GOG vóru nær við at fáa stig, tá Magdeburg vitjaði í Svendborg, meðan Hákun West av Teigum og teir máttu lúta í Aalborg
Óli Mittún spældi aftur væl í Champions League-dystinum ímóti Magdeburg
Mynd: Robert Wengler/Robertwengler/Ritzau Scanpix  
 
20.11.2026 - 17:22

Báðir føroyingarnir í Champions League taptu, tá miðumfarið fór av bakkastokki í vikuni.

Men meðan Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vóru vónbrotnir um tapið fyri Aalborg í Norðurjútlandi, mundu Óli Mittún og teir í GOG verða munandi betur nøgdir við heimatapið fyri Magdeburg, hóast úrtøkan var hin sama.

GOG bjóðaði nevniliga týska risanum av av álvara í heimavølli, har føroyski bakspælarin legði fyri sum eitt óløgið. Hann legði upp til fyrsta danska málið og skeyt síðan trý á rað. Magdeburg, sum telist millum bestu hondbóltslið í heiminum, vann sær eina tepra leiðslu, men dysturin var somikið javnur, at GOG hevði kjansin at javna í síðsta álopinum, men málverjin bjargaði vongskotinum úr høgru.

Óli Mittún endaði við fimm málum seks uppleggum í 36-35 heimatapinum.

 


Eitt frálíkt mál hjá Óla Mittún er við í samandráttinum úr dystinum millum GOG og Magdeburg, sum týskarar vunnu við einum máli.

 

Mikudagin vitjaðu Hákun West av Teigum og Füchse Berlin í Aalborg, har høvuðsstaðarfelagið mátti lúta ímóti komandi felagnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.

Við einum stórspælandi Niclas Landin á odda, vóru danir omaná mestsum allan dystin og vunnu til endans 34-31. Føroyski landsliðsvongurin skeyt tvey mál upp á tríggjar royndir.

Føroyingafeløgini eru stigaleys og niðast í hvør sínum bólki í miðumfarinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592