Umvælingin kostar 16 mió. kr.

Umvælingin kostar 16 mió. kr.
Byggifelagið MT Højgaard skal rinda fyri alla umvælingina av Skúladeplinum í Suðuroynni. Útveggirnir skulu gerast av nýggjum
 
04.12.2013 - 15:39

Nú í vikuni fer Landsverk at góðkenna ætlanina um at umvæla Skúladepilin í Suðuroynni. Og so skal arbeiðið byrja í seinasta lagi um fýra vikur. Byggifelagið, sum bygdi skúlan, noyðist at rinda milliónirnar, sum fer at kostar, nú neyðugt er at koma aftur um aftur.

Allir útveggirnir í Skúladeplinum í Suðuroynni skulu gerast av nýggjum, bæði innan og uttan. Orsøkin er bæði gjóstur og lekar. Og sambært semju millum Landsverk og byggifelagið MT Højgaard, sum bygdi skúlan, skal byggifelagið rinda kostnaðin. Sambært sýni og meting, sum vórðu gjørd fyri einum ári síðani, kostar arbeiðið 16 mió. kr.

Einki hámark

Men einki hámark er sett fyri, hvussu nógv, MT Højgaard skal rinda. Felagið skal, sambært semjuni, rinda tað, sum arbeiðið kostar, eisini um tað kostar meira enn 16 mió. kr., sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Arbeiðið byrjar væntandi fyrst í komandi árinum. Tað skal byrja í seinasta lagi fýra vikur eftir, at Landsverk hevur góðkent verkætlanina.

Og tað verður væntandi í hesari vikuni, at verkætlanin verður góðkend, sigur Ewald Kjølbro. Tvey eftirlit vera við umvælingini. MT Højgaard fer at hava sítt eftirlit, og Landsverk fer eisini at hava eftirlit við arbeiðinum. Arbeiðið er mett at taka fýra til seks mánaðir. Tað skal vera liðugt, tá næsta skúlaár byrjar, sigur Ewald Kjølbro.

Eingin úrskurður

Gerðarrættur varð settur at loysa málið um útveggirnar í Skúladeplinum. Men hann gjørdi tó ongan úrskurð, tí semja fekst millum partarnar. Landsverk bað um sýn og meting fyri einum ári síðani fyri at vita, hvussu nógv, Landsverk skuldi stevna MT Højgaard eftir, um neyðugt gjørdist at fara í rættin við málinum.

Meðan Skúladepilin verður umvældur, flytur Heilsuskúlin í Vágs skúla. Sunnari endin, har sum Heilsuskúlin er, verður umvældur fyrst. Tá hann er liðugur, flytur Miðnámsskúlin í tann endan, meðan norðari endin verður umvældur. Tað kostar ikki Mentamálaráðnum annað enn at leiga bilar til flytingina at flyta Heilsuskúlan til Vágs, verður upplýst í Mentamálaráðnum.

Landsverk upplýsti í 2010 fyri løgtinginum, at Skúladepilin í Suðuroynni kostaði góðar 104 mió.kr. Við í prísinum var arbeiðið at gera grundstykkið til Hamragarð í Vági byggiklárt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. august
Morgunlestur leygardagur 16. august 2025
195379
Fríggjadag 15. august
Vikuskiftið 15 august 2025
195641
Fríggjadag 15. august
Súrligt summar: Fýra summarhitt
195637
Fríggjadag 15. august
RagnarRokk: Chantel McGregor um The Healing
194175
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. august
$elfie
195650
Fríggjadag 15. august
Veðrið
195642
Mikudag 13. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195526
Týsdag 12. august
Veðrið
195508
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406