Fokus á krabbamein og kost

Fokus á krabbamein og kost
Nú ber til at fyglja við kostverkætlanini á B6 á Landssjúkrahúsinum
Orku- og proteinríkur matur og drykkir gera stóran mun hjá krabbameinssjúklingum. Lívsgóðskan og útlitini gerast betri
Mynd: lsh.fo  
 
05.12.2013 - 14:57

Í kostverkætlanini á deildini, B6 á Landssjúkrahúsinum, er serligt fokus á krabbamein.

Samanumtikið er tað tann sjúklingabólkurin, ið hevur størstan tørv á einum betri matartilboði, meðan tey eru innløgd.

Krabbamein er eisini størsti sjúklingabólkurin í fasu 1 í Kostverkætlanini á B6.

 

Sjúklingar við føðslutroti

Krabbameinssjúklingar eru ofta hart raktir av føðslutroti, orsakað av sjúkuni sjálvari, hjáárin til viðgerðina, skeivum mati osfr.

Heilsugóður matur, ið fyribyrgir krabbamein, er als ikki tað besta at eta, tá matarlysturin er ringur orsakað av sjúku.

Sjúklingar, ið eta ov lítið og tapa seg nógv, tola ofta ikki tí hørðu viðgerðina, og tískil kann tað hava við sær, at t.d. kemoviðgerð má útsetast ella í summum førum heilt steðgast, tí sjúklingurin er ov veikur. Umleið triði hvør krabbameinssjúklingur, ið doyr, doyr orsakað av føðslutroti.

Nógvar kanningar hava víst, at kostráðgeving og orku- og proteinríkur matur og drykkir gera heilt stóran mun hjá krabbameinssjúklingum, soleiðis at lívsgóðskan og útlitini gerast betri (Ravasco et al. J Clin Oncol 2005).

Til ber at fylgja við kostætlanini á B6:  Kostverkætlanin á B6. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162