Semingsmaður boðsendur

Semingsmaður boðsendur
Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar er slitnaðar. Semingsfundur verður seinnapartin
Ósemja er um, hvussu útrokningarnar í sambandi við viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð skulu útroknast
 
05.12.2013 - 13:53

Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar slitnaðu á málstrikuni. Tað skrivar Pedagogfelagið á heimasíðu síni. Seint í gjár sendi Pedagogfelagið boð eftir semingsmonnunum.

Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin slitnaðu seinnapartin týsdagin, tí ósemja tók seg upp um útrokningarnar í sambandi við, at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til í staðin at rokna tær í prosentum av lønini.

Pedagogfelagið kom til ta niðurstøðu, at partarnir ikki einsamallir megnaðu at koma úr stað, og tí var Semingsstovnurin boðsendur.

Fundur verður við semingsmenninar seinnapartin í dag.

 

Maud Wang Hansen harmast

- Eg harmist um, at partarnir ikki sjálvir megnaðu at gera arbeiðið liðugt, tí vit vóru at kalla komin á mál týsdagin. Sáttmálin var prentaður út til undirskrivingar, tá eg varnaðist, at nakrar týðandi útrokningar ikki svaraðu til tað, vit hildu okkum vara samd um.

Tað kann ljóða sum ein bagatell, men munurin hevur stóran týdning fyri okkum. Vit komu ikki longur týsdagin, og eftir at okkara advokatur í gjár hevði samband við mótpartin, máttu vit bara staðfesta, at semingsmenninir mugu upp í leikin, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Hon hevur ikki hug at koma nærri inn á, hvat ítøkilga ósemjan um útrokningarhátt snýr seg um, tí hesin spurningurin nú verður ein partur av semingsroyndunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809