Dreingir duga illa

Dreingir duga illa
At duga at lesa er ein fortreyt fyri, at kunna loysa uppgávur. Men føroyskir dreingir eru eitt heilt skúlaár aftanfyri genturnar
Sjónligur munur er á, hvussu væl føroyskir næmingar duga at lesa samanborið við næmingar í hinum Norðurlondunum
 
09.12.2013 - 08:17

Føroyskar skúlagentur duga betur at lesa enn dreingirnir. Tær duga so nógv betur, at tær eru eitt heilt skúlaár framman fyri dreingirnar. Tað skrivar Skúlablaðið, sum hevur kannað tølini hjá gentum og dreingjum í PISA-kanningini, sum varð kunngjørd í farnu viku.

Hóast nógv lesiátøk og nógv ljós hevur verið varpað á lesing síðani 2006, tá føroyskir næmingar fyrstu ferð vóru við í PISA-kanning, standa dreingir í stað í lesing og eru eitt heilt skúlaár aftan fyri genturnar, skrivar Skúlablaðið.

PISA-kanningin staðfestir, skrivar Skúlablaðið, at serliga vánaliga úrslitið hjá dreingjum í lesing er órógvandi. Tí at duga at lesa er ein fortreyt fyri at kunna loysa uppgávur í øðrum lærugreinum. Tað merkir, at er ein næmingur ikki stinnur í lesing, so er ein ávísur lesiførleiki neyðugur hjá honum fyri at klára seg í øðrum lærugreinum.

Fáir góðir lesarar

Sjónligur munur er á, hvussu væl føroyskir næmingar duga at lesa samanborið við næmingar í hinum Norðurlondunum. Í fjør høvdu 29 prosent av føroysku næmingunum ikki virkisføran lesiførleika.

Og Føroyar hava sera fáar lesarar í fólkaskúlanum, sum eru framúr góðir, bara eitt prosent.

Og 65 prosent av okkara næmingum hava veikan ella sera veikan lesiførleika, skrivar Skúlablaðið í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533