Grønlendskur umboðsmaður í Washington

Grønlendskur umboðsmaður í Washington
Peningur er játtaður á grønlendsku fíggjarlógini næsta ár, og umboðsstovan fer at halda til á donsku sendistovuni í Washington
 
09.12.2013 - 08:33

Grønlendska landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, hevur tilnevnt Innuteq Holm Olsen at standa á odda fyri nýggju grønlendsku umboðsstovuni í Washington, sum letur upp næsta ár. Peningur er játtaður á grønlendsku fíggjarlógini næsta ár, og umboðsstovan fer at halda til á donsku sendistovuni í Washington, upplýsir Aleqa Hammond.

Innuteq Holm Olsen er settur í fimm ár, og hansara fremsta uppgáva verður at styrkja handils- og búskaparligu sambondini millum Grønland og USA. Grønlendska umboðsstovan í Washington skal eisini røkja sambandið við Kanada.

Innuteq Holm Olsen hevur starvast í grønlendska Sjálvstýrinum síðani 1996. Hann hevur eisini starvast í danska uttanríksiráðnum og á grønlendsku umboðsstovuni í Brússel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161