- Tíðindi, mentan og ítróttur
H71 aftur víðari: Kensluborið at gera slíkt í barndómsfelagnum
Sjáldan man gleðin hava verið so stór í Hoyvíkshøllini eftir at H71-tap sum sunnudagin.
Mansliðið hjá hoyvíkingum tapti við einum máli, men vann eisini við einum samanlagt eftir 33-31 sigur í fyrra dystinum leygardagin.
- Tað er sjálvandi øgiliga kensluborið at gera sovorði við sínum barndómsfelag. Tað er ein ótrúligur heiður at sleppa tað, og tað vísir eisini, hvat arbeið verður lagt fyri dagin. Ein ómetaliga góð kensla, segði Helgi Hildarson Hoydal.
- Beint nú er trupult at rúma kenslunum, og tú skalt nokk hava tað eitt sindur burturfrá, áðrenn tú ásannar, hvussu stórt vit hava avrikað yvir tveir dystir, segði venjarin Djóni Gaard Joensen.
Hóast verjuskansin hjá H71 Peter Krogh fekk reytt kort, tá bert sjey minuttir vóru spældir, hekk sterka H71-liðið í póllendingunum allan dystin, og til endans gjørdi tað einki, um útiliðið vann við einum máli.
Danski venjarin Kim Rasmussen harmaðist sjálvsagt um tapið, men rósti eisini nýggja føroyska hondbóltinum, sum H71 spælir.
- Eitt frálíkt lið at spæla ímóti. Nýggi stílurin, nýggja orkan. Væl lagt til rættis við nógvum dugnaligum og ungum spælarum. Sum hondbóltsvenjari er tað feitt at síggja, segði Kim Rasmussen.
- Nú hava vit flutt okkum út á ókent territorium. Nú fáa vit knappliga fleiri Evropa Cup-dystir í februar... Vit hava ríkiligt at síggja til, segði Djóni Gaard Joensen.
Lutakastið til áttandapartsfinalurnar verðu í desember.




























