Vandamiklar brúsitablettir

Vandamiklar brúsitablettir
Danska Hjartafelagið ávarar fólk ímóti at nýta sonevndu brúsitablettir sum pínustillandi heilivág
Bretsk kanning vísir, at um fólk javnan nýta brúsutablettirnar, so sjeyfaldast vandin fyri høgum blóðtrýsti
 
13.12.2013 - 10:11

Orsøkin er, at bretsk gransking vísir, at alt ov nógv salt er í tablettunum, tí eru tær sera vandamiklar fyri heilsuna, og vandin fyri at blóðtrýstið hækkar og samstundis økist vandin fyri at fáa blóðtøpp.

Almenna tilmælið sigur, at fólk ikki mugu fáa meir enn 6 gram av salti um dagin, svarandi til eina teskeið.

Tey allarflestu eta meir enn tað, og koma so brúsitablettirnar aftrat, økist vandin fyri at fáa blóðtøpp munandi, sigur Hjartafelagið.

Vandin sjeyfaldast

Í Danmark vórðu seldir 21,5 milliónir samdøgursskamtir av brúsutablettum í fjør, og tað vísir at talan er um vanligan heilivág í flestu heimum.

Bretska kanningin vísir, at um fólk javnan nýta brúsutablettirnar, so sjeyfaldast vandin fyri høgum blóðtrýsti, og vandin fyri at doyggja tíðliga, er ein triðing hægri enn hjá fólkum sum nýta annan pínustillandi heilivág.

Tí mælir danska Hjartafelagið fólki frá at nýta brústablettir sum pínustillandi heilivág, og heldur nýta vanligar tablettir. Og Hjartafelagið vil hava myndugleikarnar at krevja av teimum sum gera brúsutablettirnar, at innihaldið av salti sæst týðuliga á pakkanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981