Bara sýsluformansval í Sandoynni

Bara sýsluformansval í Sandoynni
Tummas Frank Joensen úr Skúgvi stillar upp móti sitandi sýsluformanni, Sniálvi Røvilsberg úr Skopun
Avbjóðarin á sýsluformansvalinum í Sandoynni, Tummas Frank Joensen
 
20.12.2013 - 10:53

Sýsluformansval er til Fiskimannafelagið í ár, og tá ið freistin at stilla upp var farin, varð greitt, at tað bara verður val í Sandoyar sýslu.

Tummas Frank Joensen úr Skúgvi stillar upp móti sitandi sýsluformanni, Sniálvi Røvilsberg úr Skopun, skrivar Fiskimannafelagið á heimasíðuni.

Atkvøðuseðlarnir eru sendir út, og freistin at atkvøða er 30. januar. Talt verður upp 31. januar.

Nýggja setan hjá sýsluformonnunum byrjar 1. februar.

Fiskimannafelagið hevur landsfund í Havn í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552