Maskinmeistarar: Stjórasetan minkar um álitið

Maskinmeistarar: Stjórasetan minkar um álitið
Tað er serliga óheppið, at stjórin í Sjóvinnustýrinum nú skal stýra Strandferðsluni, sigur Maskinmeistarafelagið
 
20.12.2013 - 13:01

Maskinmeistarafelagið talar nú at, tí landsstýrismaðurin við vinnumálum, Johan Dahl, hevur sett stjóran í Sjóvinnustýrinum til fyribilsstjóra fyri Strandfaraskipum Landsins.

- Eftir okkara tykki hevur Vinnumálaráðið tikið eina avgerð, sum minkar munandi um álitið á Sjóvinnustýrið við atliti at krøvum og eftirliti við Strandfaraskipum Landsins, skrivar Maskinmeistarafelagið í eini viðmerking.

Felagið vísir á, at høvuðsuppgávurnar hjá Sjóvinnustýrinum eru at seta krøv til og hava eftirlit við sjóvinnuni. Hesar uppgávur fevna um bæði teknisk krøv til skip og krøv til manning av skipum. Stovnurin skal tryggja og hava eftirlit við, at trygdin er í lagi samsvarandi galdandi reglum.

Eftirlitsstovnur

Strandfaraskip Landsins eru at meta sum eitt reiðarí við øllum teimum uppgávum, sum eitt reiðarí hevur. Og Strandfaraskip Landsins eru tí undir eftirliti av júst Sjóvinnustýrinum. Lógin um trygd á sjónum hevur greiðar ásetingar um, at stjórin á Sjóvinnustýrinum, sum hevur skipaeftirlitið undir sær, ikki hevur loyvi til at fáast við reiðarívirksemi, vísir Maskinmeistarafelagið á.

At tveir týðandi almennir stovnar, sum Strandfaraskip Landsins og Sjóvinnustýrið verða stjórnaðir av fyribilsstjórum er óheppið, men tað er serliga óheppið, at tað er stjórin í Sjóvinnustýrinum, sum fær uppgávuna at stýra strandferðsluni, sigur Maskinmeistarafelagið

Felagið vísir á, at tað er av størsta týdningi, at eftirlitsmyndugleikin er fullkomiliga óheftur av viðkomandi reiðaríi, um eitt nú Strandfaraskip Landsins hava trupult viða at lúka ymisk krøv, og stovnurin tískil má fáa frávik frá galdandi meginreglum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554