Flúgva bæði til Reykjavíkar og Keflavíkar

Flúgva bæði til Reykjavíkar og Keflavíkar
Íslendingar hava ikki svarað, um Atlantsflog seta seg við Airbus flogførum í Reykjavík
 
02.01.2014 - 08:22

Tá einasta British Aerospace flogfarið, sum er eftir í flotanum hjá Atlantic Airways, skal til eftirlit í Onglandi í februar, fer Atlantic Airways at flúgva til Keflavíkar tvær ferðir um vikuna í staðin fyri til Reykjavíkar. 

Hetta verður í tríggjar vikur í februar næsta ár. Orsøkin er, at Atlantic Airways hevur ikki fingið loyvi frá íslendsku myndugleikunum at flúgva til Reykjavíkar við Airbus flogførunum.

Einki svar

Flogvøllurin í Reykjavík er ætlaður til innanlandsflúgving, men Atlantic Airways sleppur at brúka flogvøllin til Føroyaflúgvingina. Atlantic Airways hevur langt síðani søkt um at sleppa at brúka Airbus flogførini í flúgvingini millum Vágar og Reykjavík. Men enn er einki svar komið úr Íslandi. 

Næsta summar, tá flogið verður millum Føroyar og Ísland tríggjar ferðir um vikuna, verður flogið við Airbus til Keflavíkar mikudagar og til Reykjavíkar við British Aerospace hinar báðar dagarnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751