CIP hevur framvegis ikki fingið milliónina

bannari
CIP hevur framvegis ikki fingið milliónina
Sambært avtalu skuldi CIP fáa eina millión í endurgjaldi, varð sáttmálin um Skálafjarðartunnilin ikki undirskrivaður fyri 31. august í fjør
Bjarni A. Bjarnason er aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum
 
07.01.2014 - 08:38

Landsstýrið hevur framvegis ikki rindað CIP milliónina, sum felagið skuldi hava, um sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki varð undirskrivaður fyri 31. august.

Upprunaliga skuldi sáttmálin millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners verið undirskrivaður fyri hálvum ári síðani,  men hetta varð av ongum. Avtalað varð síðani gjørd millum Innlendismálaráðið og CIP um, at CIP skuldi hava eina millión í sonevndari break fee, um so varð, at sáttmálini ikki varð undirskrivaður fyri 31. august.

Einki er goldið

Men CIP hevur framvegis ikki fingið milliónina, hóast vit eru farin inn í eitt nýtt ár.  CIP vildi annars hava greiði á málinum fyri nýggjár, men hóast støðan er óbroytt, hevur CIP ikki fingið milliónina.  Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, váttar bara gjøgnum sms-boð fyri Degi&Viku, at milliónin ikki er goldin. Hví hon ikki er goldin, svarar aðalstjórin ikki. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425