Arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku

Arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku
Tvær milliónir kr. eru á fíggjarlógini í ár til tilboð, sum hevur fountain hús sum fyrimynd
 
13.01.2014 - 07:45

1.februar fer Almannamálaráðið at lata stuðul til arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku ella sálarligum trupulleikum.

Tvær milliónir krónur eru á fíggjarlógini fyri 2014 til slíkt tilboð, sum hevur fountain hús sum fyrimynd. Í øðrum londum hjálpa fountain hús fólki við sálarsjúkum út á arbeiðsmarknaðin.
Almannamálaráðið bað fríggjadagin um umsóknir, og umsóknarfreistin er til 24.januar.Bara felagsskapir, ikki einstaklingar, kunnu søkja um stuðul.

Savna dulnevndar upplýsingar

Umsóknir skulu vera grundaðar á fíggjarætlan fyri árini, sum verkætlanin fevnir um. Eisini skulu átøk og virksemi felagsins fyri stuðulsárini verða lýst í umsóknini. Verður øll játtanin, tvær milliónir krónur, ikki brúkt í fyrsta umfari, verður lýst eftir fleiri umsóknum við nýggjari freist, upplýsir Almannamálaráðið. 

Tey, sum fáa stuðulin, binda seg til at lata Almannamálaráðnum hagtøl um virksemið, sum stuðulin verður brúktur til. Treytin í reglugerðini fyri stuðulin er, at felagsskapurin savnar dulnevndar upplýsingar um fólk, sum venda sær til felagsskapin og brúka tilboðini hjá felagsskapinum.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952