Flemish Cap: Línuskip og trolarar fingið loyvi

Flemish Cap: Línuskip og trolarar fingið loyvi
Higartil hava fýra lemmatrolarar og fýra línuskip fingið loyvi at fara til Nýfundlands
Váðasteinur fekk uppí hvønn túr á Flemish Cap í fjør
 
14.01.2014 - 13:11

Línuskip og nakrir lemmatrolarar hava fingið loyvi at fiska burtur av felagskvotuni á Flemish Cap í ár. Kvotan er tilsamans 3.256 tons.

Fýra lemmatrolarar hava higartil fingið loyvi frá Vørn at fara til Nýfundlands, teir eru: Phoenix úr Hósvík, Brestir og Vesturleiki úr Sørvági og Sjagaklettur úr Hvalba. Fýra línuskip hava higartil fingið loyvi at fara vestur um hav, tey eru: Eysturoyingur, Mascot, Sigmund og Váðasteinur.

Trolarar fiskaðu lítið

Trolarar vóru eisini í Ný Foundlandi í fjør, men hjá teimum gekst ikki serliga væl, og teir vóru bert tann eina túrin. Línuskipini sum royndu eydnuna í Ný Foundlandi høvdu góðan fiskiskap, uppí 50-60.000 pund um dagin.

Váðasteinur var flest túrar í Nýfundlandi, fýra túrar tilsamans. Teir fingu uppí hvønn túr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532