Sambandsflokkurin: Í tvíningum um eldraøki

Sambandsflokkurin: Í tvíningum um eldraøki
Ósemja er í Sambandsflokkinum um, hvussu útleggingin av eldraøkinum skal fíggjast
Pensjónsuppspararar skulu hava frið, og tey eldru skulu hava ein tryggan aldurdóm, sigur Edmund Joensen
 
20.01.2014 - 14:28

Fólkatingslimur floksins, Edmund Joensen, heldur tað vera púra burturvið at knýta eldraøkið og forskattingina av pensjónum saman.

Ætlanin er, at meginparturin av fíggingini, 235 millónir krónur, skulu koma frá inntøkunum, sum landið hevur fingið við at forskatta pensjónir.

Ein bumba

Edmund Joensen sigur í lesarabrævi á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og á Vágaportalinum við yvirskriftini "Høgni Hoydal er bumban undir vælferðini": 

- "Mítt tilmæli er, at forskattingin av pensjónum verður rullað aftur, tá onnur fólk taka við landsins leiðslu. 

Pensjónsuppspararar skulu hava frið, og tey eldru skulu hava ein tryggan aldurdóm. Tað er veruligur sambandspolitikkur. Skil má koma á aftur" skrivar fólkatingumboðið hjá Sambandsflokkinum."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558