Hálvur tími millum Klaksvík og Havnina

Hálvur tími millum Klaksvík og Havnina
Ferðslukanningar vísa, at 5.800 bilar fara at koyra í Eysturoyartunlinum og 350-400 bilar í Sandoyartunlinum um samdøgrið
Ewald Kjølbro greiðir frá tunnilsætlanini
Mynd: Landsverk  
 
06.02.2014 - 14:35

Tá Eysturoyartunnilin er komin, fer tað bert at taka ein góðan hálvan tíma at koyra millum Klaksvík og Havnina. Og tað fer bert at taka eitt gott korter at koyra millum Runavík og Havnina.

Tá Sandoyartunnilin er liðugur, fer tað at taka 20 minuttir at koyra millum Havnina og Sand.

Tað upplýsti Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, tá hann legði tunnilsætlanina fram í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.

5.800 bilar í Eysturoyartunlinum

Ferðslukanningar, sum vórðu gjørdar í fjør, vísa, at tilsamans 5.767 bilar fara at koyra í Eysturoyartunlinum um samdøgrið, og at ferðslan í Sandoyartunlinum verður millum 350 og 400 bilar um samdøgrið.

Høvuðstunnilin millum Havnina og Skálafjørðin verður góðar sjey kilometrar til longdar. Harafturat kemur tunnilin, sum bindur fjørðin saman. Hann verður umleið fýra kilometrar til longdar.

Eysturoyartunnilin verður at mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir kr.

Upp í Traðardali

Sandoyartunnilin verður 10,6 kilometrar til longdar. Hann verður millum Gomlurætt á Streymoyarlandinum og kemur upp í Traðardali á Sandi. Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 865 milliónir kr.

Sambært tíðarætlanini skal verða koyrandi í Eysturoyartunlinum í 2019 og í Sandoyartunlinum í 2021.

Arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin skal byrja í 2016, og tá hann er boraður ígjøgnum í 2018, verður farið undir Sandoyartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751