Kjakið: Føroyar ongan brekpolitikk

Kjakið: Føroyar ongan brekpolitikk
Ása Olsen, leiðari í MBF og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fara at kjakast um skuggafrágreiðingina sum MBF hevur gjørt
 
11.02.2014 - 14:37

Kjak um rættindini hjá teimum, ið bera brek Føroyingar, sum bera brek, eru ikki javnsettir við aðrar føroyingar.

Tað heldur MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum.

MBF almannakunngjørdi í farnu viku eina skuggafrágreiðing, sum er send til ST.

Í stuttum sigur MBF, at Føroyar als ikki hava nakran brekpolitikk.

Hetta hóast Føroyar setti ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í 2009.

Í heyst skulu Føroyar til hoyringar í, hvussu livað verður upp til sáttmálan, og tað er í tí sambandi, at MBF hevur skrivað eina skuggafrágreiðing til ST.

Ása Olsen, leiðari í MBF og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum umsitur fleiri av teimum málsøkjum, sum funnist verður at í skuggafrágreiðingini.

Liljan Weihe er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221