Twisted Sister á Summarfestivalin

Twisted Sister á Summarfestivalin
Amerikanski rokkbólkurin skal spæla á Summar Festivalinum í august. Hetta hevur Summar Festivalurin júst kunngjørt
Mynd: www.siliconbayounews.com/  
 
18.02.2014 - 16:24

Kendu 80ara rokkhittini "I Wanna Rock" og "We're Gonna Take It" fara at runga á Vágsbøi í Klaksvík í august.

Summarfestivalurin hevur júst kunngjørt, at amerikanski 80ara rokkbólkurin Twisted Sister verður høvuðsnavnið á ársins festivali.

Twisted Sister steig á tónleikapallin tíðliga í 1970’unum, men bólkurin gjørdi av álvara vart við seg við útgávan "Stay Hungry frá 1984.

"I Wanna Rock" og "We’re Not Gonna Take It" eru at rokna sum tvey stór rokkhitt 1980unum.

- Summar Festivalurin vil gera tað gjørligt at uppliva altjóða toppnøvn á føroyskum palli, og við Twisted Sister kunnu vit enn einaferð bjóða føroyingum ein legendariskan rockbólk, sum vit fyri bara fáum árum síðani ikki hildu var gjørligur at fáa til Føroya at spæla. Men nú er hetta veruleiki, og hetta verður ein tann størsta rockkonsertin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum av Summarfestivalinum, við in.fo.

Summarfestivalurin verður hildin í Klaksvík í døgunum 7. til 9 august.

Hoyr Twisted Sister við WE'RE NO GONNA TAKE IT og I WANNA ROCK. 

... og soleiðis ljóðar Twisted Sister Í DAG.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andaktin
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308