Finna loysnir til avbjóðingar í náttúruni

Finna loysnir til avbjóðingar í náttúruni
Lívfrøðiligt margfeldi var evnið, til kappingina FIRST LEGO League á Skúlanum á Fløtum í gjár.
 
08.11.2026 - 15:41

Lívfrøðiligt margfeldi var evnið til FIRST LEGO League kappingina, í Skúlanum á Fløtum í gjár, leygardagin 07. november.

Skúlanæmingar hava kannað hvussu plantur, djór og vistfrøðiskipanir hanga saman, og hvussu tøkni og nýhugsan kunnu brúkast til at verja náttúruna.
Við støði í hesum hava næmingar arbeitt við at finna loysnir til veruligar avbjóðingar.

41 lið luttóku í føroysku kappingini.

Hoyr Gullfiskarnar úr Eysturskúlanum, Súreplatrøini úr Skúlanum á Skúlatrø, og Níggju bad-ass laksar úr Skúlanum við Løkin.
Noomi í Dali, sum hevur verið dómari í nógv ár, og Jákup Heinesen sum er fyriskipari av kappingini. 
 

Hoyr innslagið her:

1842889


Føroyameistarar FIRST LEGO League 2026

Føroyameistarar í ár gjørdust næmingar úr 6.E úr skúlanum á Fløtum við bólkinum: Koyr á blá.

 



Evnið tey hava arbeitt við, var innræsnar plantur. 
Vit hittu vinnarnar, áðrenn úrslitið varð kunngjørt. 


Hoyr innslagið her: 

1842888



Liðini verða dømd eftir fýra høvuðstættum: Bygging og forritan av robottum, nýskapan og samstarv. Allir fýra tættirnir telja líka nógv í samlaðu metingini. 


FIRST LEGO League vinnarar í samlaðu kappingini gjørdust:

  1. Koyr á blá – Skúlin á Fløtum

  2. Alchemilla – Eysturskúlin

  3. Teir 5 seyðirnir av Sandi – Sands skúli

Tey bæði fremstu liðini hava vunnið sær pláss í norðurlendsku finaluni í Aarhus 28. november.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214