Faroe Petroleum funnið olju og gass

Faroe Petroleum funnið olju og gass
Olja og gass er funnið í Pil-leitibrunninum, sum Faroe Petroleum eigur fjórðingin av.
 
06.03.2014 - 09:55

Avgjørt er at gera eina útvinsluroynd. Verður úrslitið jaligt, verður ein síðusporsbrunnur boraður fyri at kanna, hvussu víður olju- og gassfundurin er.  

Pil er ein av trimum leiti- og metingarbrunnum, sum Faroe Petroleum er við í nú.

Hinir eru Solberg, har eigur Faroe Petroleum 20 prosent, og Butch East í Norðsjónum, sum Faroe Petroleum eigur 15 prosent í.

Úrslitini av hesum boringunum koma væntandi um fáar vikur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520