Danmarks Fiskeriforening er í øðini um avtaluna

Danmarks Fiskeriforening er í øðini um avtaluna
Formaðurin í Danmarks Fiskeriforening er alt annað enn fegin um avtaluna, sum strandarlondini undirskrivaðu í kvøld
 
12.03.2014 - 20:54

Hetta er eitt stórt vónbrot, sigur Svend-Erik Andersen, formaður í Danmarks Fiskeriforening.

- Hetta er ófatiligt. Partarnir hava samráðast í fýra ár, og nú fáa Føroyar samsýning fyri sín ábyrgdarleysa fiskiskap seinastu árini. Henda avtalan gevur eisini donskum fiskimonnum verri kor næstu fimm árini, sigur Svend-Erik Andersen við fiskeritidende.dk.

Avtalan ber við sær, at danskir fiskimenn missa útivið 20 prosent av sínari kvotu, sum svarar til áleið 100 milliónir krónur í 2014. ES missir í alt kvotur fyri tvær milliardir krónur í hesum árinum.

- Danska fiskivinnan hevur verið merkt av, at samráðingarnar um Norðsjógvin og Skagerrak eru útsettar, tí strandarlondini hava ikki funnið semju um makrelin. Vit hava mist nógvar pengar síðan ársskiftið, og nú verður okkara partur somuleiðis minni. Hetta hava verið nakrir svartir mánaðir í danskari fiskivinnu, sigur Svend-Erik Andersen, formaður í Danmarks Fiskeriforening.

Danski fiskimálaráðharrin, Dan Jørgensen, vísir aftur kravinum frá Danmarks Fiskeriforening at rinda teimum endurgjald fyri mistar inntøkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439