Rættarhjálpin flest fyrispurningar um arv í 2013

Rættarhjálpin flest fyrispurningar um arv í 2013
Flestu føroyingar, ið vendu sær til Rættarhjálp Føroya í 2013, spurdu um arv og skifti. Nógvir føroyingar spurdu eisini um hjúnarskilnað í fjør
Flestu fyrispurningarnir, Rættarhjálp Føroya fekk í 2013, snúðu seg um arv og skifti, vísir ársfrágreiðingin fyri 2013
 
12.03.2014 - 08:39

Hon er fylt við tølum, yvirlitum og tabellum - ársfrágreiðingin hjá Rættarhjálp Føroya fyri 2013, ið tekur saman um fyrispurningarnar, tey fingu í 2013.

Tak niður frágreiðing: Ársfrágreiðing, Rættarhjálp Føroya 2013 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Teir flestu av teimum 720 fyrispurningunum, Rættarhjálp Føroya fekk í 2013, snúðu seg um arv og skifti og um hjúnarskilnað og sundurlesing

81 fyrispurningar - 11,3% - snúðu seg um arv og skifti og 67 fyrispurningar - 9,3% - snúðu seg um hjúnarskilnað og sundurlesing, sambært frágreiðingini.

Fólk í Streymoy spurdu mest

Tann størsti parturin av øllum teimum 720 fyrispurningunum, ið Rættarhjálp Føroya fekk í 2013, komu frá fólkum í Streymoy.

435 av fyrispurningunum - tað vil siga 60,4% - sum Rættarhjálpin fekk í 2013, vóru frá fólki í Streymoy, sambært ársfrágreiðingini fyri 2013.

Næstflestu fyrispurningarnir í 2013 komu frá fólki í Eysturoy, ið stóðu fyri 14,2 prosentum. 9,9% av fyrispurningunum komu frá fólki í Norðoyggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862