- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barnalógin kemur neyvan í hesi tingsetuni

Ætlanin var, at uppskotið um barnalóg skuldi koma í løgtingið í hesari tingsetuni.
Tað er tó ivasamt, um hetta fer at eydnast, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.
Hann sigur, at dentur verður lagdur á at gera eitt væl fyrireikað lógaruppskot, har rættindi, skyldur og ábyrgdir eru greiðar.
Tað sigur hann í svari til Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmann.
Var í løgtinginum
Uppskotið um barnalóg, sum júst Djóni Nolsøe Joensen gjørdi, tá hann var landsstýrismaður, var í tinginum, men tað datt burtur, tá løgtingsval var útskrivað í vár.
Í samgonguskjalinum er ásett, at arbeiðið við barnalógini heldur fram.
Hetta verður nú gjørt í tveimum sporum, sum eru bygnaðurin og barnalógin, sigur Bárður á Lakjuni.
Barnaverkætlanin steðgar í verandi líki við ársskiftið.
Men virksemi við at verkseta broytingar í bygnaðinum og gera barnalógina heldur fram í skipaðum samstarvi millum geirarnar - kommunurnar eru við - sigur landsstýrismaðurin.


























