Troytt fólk taka bestu avgerðirnar
Troytt fólk taka bestu avgerðirnar
Tað kann tykjast sum ein mótsøgn, men nýggj gransking staðfestir, at fólk taka tær bestu avgerðirnar, tá tey eru troytt og ikki hvíld
Fólk, ið eru troytt og ikki hvíld, taka tær bestu avgerðirnar, staðfestir nýggj gransking í Hollandi
Mynd: sxc.hu
19.03.2014 - 10:30
Hevur tú onkuntíð hugsað, at tað hevði verið lættari hjá tær at tikið eina trupla og stóra avgerð, um tú vart hvíldur heldur enn troyttur?
So fert tú skeivur, sambært nýggjari gransking í Hollandi. Granskingin vísir nevnliga, at júst tað øvugta er galdandi fyri okkum menniskju.
Tveir hollendskir granskarar hava nú funnið útav, at fólk hava lættast at taka avgerðir - stórar sum smáar - tá tey eru troytt, og ikki tá tey eru hvíld.
Serliga gott fyri heilsuna
Tað eru serliga avgerðir, ið hava við heilsuna hjá okkum at gera, ið verða betri, tá vit eru troytt og illa fyri í kroppinum, siga granskararnir.
- Tað vísir seg, at fólk taka tær bestu avgerðirnar, tá tey eru troytt, tí tá kann kroppurin betri merkja, hvat er gott fyri hann, sigur Angela Y. Lee á Erasmus University.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744